fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

KT lærlingur til netdeildina

Søkt verður eftir einum KT support lærlingi. Ynskir tú avbjóðingar og persónliga menning, og brennir tú fyri kunningartøkni og at hjálpa øðrum, so ert tú kanska rætta fólkið til starvið.

 

STARVIÐ

Vit seta høg krøv til okkum sjálvi og ganga høgt uppí at veita kundunum eina góða tænastu, og tí er tað týdningarmikið, at tú ert tænastusinnað/ur.

 

Tú kemur at starvast á netdeildini, saman við fleiri enn 25 starvsfeløgum. Uppgávurnar fevna um m.a. íverksetan og rakstur av teldum, servarum og neti.

Undir útbúgvingini fært tú vitan um tøknina handan KT-skipanir, og tú fært førleikar at ávirka og menna tøkni. Tú kemur at fáast við bæði forrit (software) og tól (hardware).

 

Tú fært ástøðiliga vitan á skúlanum og tú fært royndir við at arbeiða á Formula. Á henda hátt stuðlar skúlin og arbeiðið undir hvørt annað, so tú bæði hevur útbúgving og praktiskar royndir, tá tú ert útlærd/ur.

 

Útbúgvingin tekur 2½ ár, har ein partur av lærutíðini gongur fyri seg í skúla í Sønderborg í Danmark. Løn sambært avtalu.

 

Tínir førleikar

Sum lærlingur innan KT-support er tað umráðandi, at tú hevur hug til at arbeiða við KT og ert tøkniliga forvitin. Tú hevur í minsta lagi staðið fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu.

 

Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi

Á Formula leggja vit okkum eftir kundanøgdsemi og munagóðum loysnum, sum gagna. Fyri at røkka hesum, er arbeiðið skipað eftir føstum leisti. Tú verður partur av einum sterkum toymi við rakstrarfólki, verksetarum, supportarum,  sølu- og marknaðarfólki, umframt verkætlanarleiðarum. Her sleppur tú at gera tað, tú er best(ur) til.

 

Vit verkseta og reka kervisloysnir hjá kommunum, almennum stovnum og privatum fyritøkum kring alt landið, eisini veita vit hýsingartænastu og “Cloud” loysnir til hesar kundar.

 

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving.

 

Umsókn

Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi skjølum skulu sendast okkum í seinasta lagi sunnudagin 1. september 2024. Vit viðgera innkomnu umsóknirnar so hvørt.

 

Tú fært nærri upplýsingar um starvið, við at venda tær til Høgna Hammer, rakstrarleiðara á tel. 244136 ella Eyðun Thorsvig, leiðara á Tøkni- og rakstrarloysnum á tel. 244145.

 

Stutt um Formula

Formula er óivað fremsti heildarveitari av kunningartøkni til stovnar og fyritøkur í Føroyum. Veitingar uttanfyri landoddarnar er veksandi. Formula veitir loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Á Formula vita vit, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan, og raðfesta tað fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava altíð dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemi er skipað í serdeildir.

 

Á Formula starvast um 100 starvsfólk, og vit hava hølir í Tórshavn, Runavík, Klaksvík og Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparlig úrslit og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningar.

 

Lagt út tann
17. jul. 2024
Starv
KT lærlingur til netdeildina
Starvsheiti
KT lærlingur til netdeildina
Virki
Formula
Deild
Tøkni- & Rakstrarloysnir
Umsóknarfreist
01. sep. 2024
Byrjunardagur
01. okt. 2024
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor