Leys størv
Virksemið á Tøkni- og rakstrarloysnum á Formula er alsamt vaksandi. Tí leita vit eftir nýggjum KT-infrastruktur serfrøðingi.
STARVIÐ
Vit arbeiða miðvíst við heildarupplivingini, vit geva kundum okkara. Vit vita, at sjálvt infrakervið er ein partur av eini størri heild í samlaðu veitingini til kundan. Orka skal leggjast í, at fáa fólk og tøkni at spæla saman soleiðis, at samlaða veitingin skal eydnast. Kervistoymið hevur tí ein serligan leiklut á Formula. Vit vilja styrkja toymið, og hava tí brúk fyri tær.
Starvsøkið er fjølbroytt og snýr seg í høvuðsheitum um verksetan og ráðgeving innan kervisloysnir við fokus á virtualisering, hýsing, cloud, Microsoft 365 og hybrid-loysnir.
Sum persónur ert tú fyrikomandi og hevur lætt við at tosa við fólk og ert álitisvekjandi. Tú sært loysnir heldur enn trupulleikar, og tú hevur evnini at koma frá tørvi kundans til røttu loysnina.
TÍNIR FØRLEIKAR
Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu.
Tú ert útvend(ur), fyrikomandi, nærløgd/lagdur og hevur lætt við at samskifta við kundar eins væl og starvsfelagar. Vit seta høg krøv til okkum sjálvi og ganga høgt uppí at veita kundunum eina góða tænastu, og tí er tað týdningarmikið, at tú ert tænastusinnað(ur).
Tú arbeiðir sjálvstøðugt og kennir tínar styrkir. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst. Tú ert ikki bangin fyri at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur.
Tøkniliga vænta vit, at tú hevur førleikar innan:
- Windows Server
- Microsoft 365
- Active Directory
- Azure
- SQL server
- Virtualisering
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur førleikar ella útbúgving/sertificering innan hesa tøkni ella líknandi og/ella fleiri ára royndir. Tað er týdningarmikið, at tú ert forvitin og hevur lætt við at seta teg inn í nýggja tøkni og arbeiðsgongdir, og harvið megnar at nema tær nýggja vitan.
STUÐLANDI OG STIMBRANDI UMHVØRVI
Á Formula er tað úrslitið, sum telur. Fyri at røkka bestu úrslitunum, er arbeiðið skipað eftir føstum leisti. Tú verður partur av einum fullfíggjaðum toymi við rakstrarfólki, verksetarum, supportarum, sølu- og marknaðarfólki, umframt verkætlanarleiðarum. Her sleppur tú at gera tað, tú er best(ur) til.
Vit verkseta og reka kervisloysnir hjá almennum og privatum fyritøkum kring alt landið, eisini veita vit hýsingartænastu og “Cloud” loysnir.
Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving.
UMSÓKN
Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi skjølum skulu sendast okkum á starv@formula.fo í seinasta lagi mánadagin 10. apríl 2023 kl. 23:59.
Tú fært nærri upplýsingar um starvið, við at venda tær til Høgna Hammer, rakstrarleiðar á tel. 244136 ella Eyðun Thorsvig, leiðara á Tøkni- og rakstrarloysnum á tel. 244145.
STUTT UM FORMULA
Formula er fremsti heildarveitari av kunningartøkni til stovnar og fyritøkur í Føroyum. Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Á Formula vita vit, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan, og raðfesta tað fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava altíð dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemi er skipað í serdeildir. Á Formula starvast um 98 starvsfólk, og vit hava hølir í Tórshavn, Runavík, Klaksvík og Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparlig úrslit og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningar.
Vit á Formula leita eftir einum dugnaligum verkætlanarleiðara, sum bæði dámar og dugur væl at samskifta við kundar og starvsfólk, og ikki minst at leggja til rættis og gjøgnumføra verkætlanir til avtalaðu tíð og kostnað.
Vit á Formula vilja vera fremst í tí vit gera og stremba soleiðis eftir, at okkara kundar fáa ta bestu tænastuna. Tú verður partur av okkara verkætlanartoymi, sum hvønn dag ger sítt allar ítasta fyri okkara kundar og at starvsfólkini arbeiða í einum væl skipaðum umhvørvið.
Arbeiðsøki
Sum verkætlanarleiðari kemur tú at arbeiða við nógvum ymiskum verkætlanum og kundum, sum hava til felags, at teir hava eina fíggjarskipan (Business Central) og nýta fleiri ymisk amboð, eitt nú Power BI, Jet Reports, Totalview, Framleiðslustýring osv. Alt eftir hvat tørvurin er, so hava kundarnir sínar skipanir í skýnum (cloud), í hýsing ella on-premise. Tín uppgáva verður at samskipa arbeiðið tí tøttum samstarvi við kundar okkara so væl sum starvsfólkini.
Tínir førleikar
Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at tosa við fólk. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst.
Tú skalt hava holla vitan um og royndir við verkætlanarleiðslu, og skalt í hesum sambandi vísa á royndir sum verkætlanarleiðari. Umráðandi er at tú dugir at loysa uppgávuna á ein smidligan hátt (Agil) til frama fyri allar partar. Tú dugir væl føroyskt í skrift og talu, umframt danskt og klárar teg á enskum.
Tað er umráðandi at tú er ágrýtin, treisk/ur og ikki er bangin fyri at taka eina hond í, tá nógv er at gera. Um hettar ljóðar sum tú, so er tað kanska júst tær vit leita eftir.
Tú kemur at arbeiða í einum dynamiskum og spennandi umhvørvi, saman við dugnaligum starvsfeløgum, ið hava fleiri ára royndir innan ráðgeving og forritan av KT-loysnum til fyritøkur og stovnar í Føroyum og uttanlands.
Okkara arbeiðsumhvørvi er stimbrandi og stuðlandi. Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast. Sum partur av starvsfólkahópinum á Formula fær tú møguleika at fáa altjóða útbúgving og góðkenningar innan títt starvsøkið, tí hettar er ein fastur táttur í okkara starvsfólkamenning. Vit skipa javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið og bjóða starvsfólkaágóðar sum td. atgongd til venjingarrúm, matarskipan osfv. Miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.
Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning, og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Starvið verður sett eftir nærri avtalu.
Umsókn, lívsrensl (CV) og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 12. februar 2023 og tú søkir starvið á starv.formula.fo. Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Jan Berg, leiðara á Fíggjarloysnum, á tel. 244033.