fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Sølufólk

Søla av loysnum, ið veruliga gera mun

Hevur tú áhuga fyri og royndir við fyrisitingarligum loysnum, og ynskir at gera teg galdandi innan sølu til fyritøkur og stovnar? Ynskir tú at royna teg í eini vinnu, sum er í rúkandi menning? Brennir tú fyri at selja loysnir, ið veruliga gera mun?  So er tað nú tú hevur møguleikan at fáa eitt spennandi starv, har tú ordiliga fært roynt teg.

 

Sum sølufólk hjá okkum kemur tú at selja Totalview, lønarskipanina Løttløn, journalskipan 360°, nethandlar umframt aðrar skipanir, ið eru við til at hjálpa okkara kundum. Saman við kundatænastuni verður tú millumlið millum kundar og menningartoymið, og kemur tú harvið at seta tín dám á, hvussu skipanirnar verða víðarimentar.

 

Umframt kundar í Føroyum, hevur Formula eisini hópin av kundum uttanfyri landoddarnar. Við tíðini kann tí hugsast, at tú eisini kemur at taka tær av sølu uttanlands. Samstarvið við kundarnar er ein av grundarsteinunum hjá Formula, og tí er tað av stórum týdningi, at tú hugsar longri enn ta einu søluna, so tú selur kundanum tað, kundin hevur brúk fyri, hvørki meir ella minni. 

Tað er ein fyrimunur, um tú kennir okkara skipanir, men tað er sjálvsagt ikki nøkur treyt, tí tú fært holla upplæring, so tú ert væl ílatin at bjóða kundunum røttu loysnina.

 

Arbeiðsuppgávur

·       søla av ritbúnaði (software)

·       útrokna tilboð

·       uppsøkjandi søla

·       uppfylging av sølu

·       søluátøk

·       kundavitjanir og kundarøkt

·       fyrireiking av og luttøka á sølumessum

·       aðrar uppgávur

 

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at samskifta við tínar starvsfelagar. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst.

 

Vit hugsa, at tú

·       ert tøkniliga forvitin

·       hevur royndir við B2B sølu

·       ert útvend/ur og hevur lætt við at skapa sambond

·       dámar væl at samskifta og dugir at orða teg í talu og á skrift

·       ert samvitskufull/ur, hevur áræði, ert álítandi, nærløgd/nærlagdur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt

·       sært møguleikar heldur enn avbjóðingar

·       ert opin, erlig/ur og hevur sum fremsta mál, at kundin er nøgdur

 

Umsókn

Umsókn, lívsrensl (CV), prógv og viðkomandi skjøl skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 1. september 2024. Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Gert Joensen, deildarleiðara, á telefon 244098.

 

Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi

Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast, og tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Tílík tiltøk eru við til at tryggja, at miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Tú fært møguleikan fyri at keypa partabrøv í Formula, eftir at tú hevur starvast í eina tíð, so hvørt partabrøv eru tøk. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða tó fegin eftir rætta viðkomandi.

 

Stutt um Formula

Formula er óivað fremsti heildarveitari av kunningartøkni til stovnar, kommunur og fyritøkur í Føroyum. Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Vit vita, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan og raðfesta vitan fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemi er skipað í serdeildir.

Á Formula starvast umleið 100 fólk, og vit hava deildir í Tórshavn, Runavík og Klaksvík. Afturat hesum hava vit hølir í Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparligum úrslitum og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningum.

 

Lagt út tann
17. jul. 2024
Starv
Sølufólk
Starvsheiti
Sølufólk
Virki
Formula
Deild
Ritbúnaður og Ráðgeving
Umsóknarfreist
01. sep. 2024
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor