fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Ráðgevi innan fíggjarstýring

Ert tú hollur brúkari av fíggjarskipanum og hevur drúgvar royndir við fíggjarstýringsarbeiði? So kunnu vit møguliga bjóða tær eitt arbeiði, ið bæði er avbjóðandi og mennandi við at tú kemur at ráðgeva fyritøkum í teirra arbeiði við Business Central

 

Hjá Formula stremba vit eftir at veita kundunum Business Central loysnir á høgum støði. Málið er, at okkara veitingar í mest møguligan mun eru við til at betra arbeiðsgongdir og gera tær meiri sjálvvirknar, so kundin á tann hátt gerst effektivari. Vit merkja øktan eftirspurning eftir okkara tænastum og hava vit tí brúk fyri ráðgeva, ið kann virka sum bindilið millum kundarnar og tøknina.

 

Starvið

Sum ráðgevi fært tú ein týðandi leiklut í at greina, sniðgeva og seta í verk nýggjar loysnir, sum hjálpa okkara kundum við at røkka sínum málum. Tú fert at samstarva tætt við kundar, verkætlanarleiðarar, sniðgevarar og mennarar.

 

Tú verður partur av einum fullfíggjaðum menningartoymi við mennarum, sniðgevum, ráðgevum og verkætlanarleiðarum. Her sleppur tú at gera tað, tú dugir best. Starvið gevur tær góðar møguleikar at arbeiða við nýggjastu tøknini. Harafturat fært tú spennandi avbjóðingar við skiftandi uppgávum í einum góðum arbeiðsumhvørvi í tøttum samstarvi við dugnaligar starvsfelagar.

 

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Tú ert fyrikomandi og dugir at samskifta við tínar starvsfelagar. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst. Tú ert skipað/ur í tínum arbeiði og ert vanur/von at arbeiða við samansettum (kompleksum) uppgávum. Tú dugir at skipa uppgávurnar í smærri eindir, ið verða loystar við atliti at heildini.

 

Tínar høvuðsuppgávur verða

·       Greining av arbeiðsgongdum og tørvum hjá kundum

·       Íverksetan av Business Central-loysnum

·       Stuðul og  upplæring av kundum

·       Luttøka í verkætlanararbeiði og samstarv tvørtur um toymi

 

Vit vænta, at tú

·       Hevur fíggjarligt/handisligt innlit, so tú skilir kundan

·       Hevur hollar royndir við Business Central/Dynamics NAV

·       Ert sjálvstøðug/ur og ágrýtin

·       Hevur góð samstarvsevnir og ert góður liðspælari

·       Ert skipað/ur og hevur gott yvirlit

·       Hevur góð samskiftisevnir

 

Vit bjóða

·       Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning

·       Eitt dynamiskt arbeiðsumhvørvi

·       Ein fjølbroyttan arbeiðsdag

·       Eina mentan merkta av samstarvi, nýskapan og felagsskapi

·       Møguleikan fyri at keypa partabrøv í Formula, eftir at tú hevur starvast í eina tíð

 

Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi

Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast, og tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Tílík tiltøk eru við til at tryggja, at miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.

 

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða tó fegin eftir rætta viðkomandi.

 

Umsókn

Umsókn, lívsrensl (CV), prógv og viðkomandi skjøl skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 1. september 2024. Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Gert Joensen, deildarleiðara, á telefon 244098.

 

Stutt um Formula

Formula er óivað fremsti heildarveitari av kunningartøkni til stovnar, kommunur og fyritøkur í Føroyum. Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Vit vita, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan og raðfesta vitan fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemi er skipað í serdeildir.

 

Á Formula starvast umleið 100 fólk, og vit hava deildir í Tórshavn, Runavík og Klaksvík. Afturat hesum hava vit hølir í Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparligum úrslitum og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningum.

 

Lagt út tann
17. jul. 2024
Starv
Ráðgevi innan fíggjarloysnir
Starvsheiti
Ráðgevi innan fíggjarstýring
Virki
Formula
Deild
Ritbúnaður og Ráðgeving
Umsóknarfreist
01. sep. 2024
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor