Leys størv
Kom í læru sum KT-supportari hjá Formula
Brennir tú fyri tøkni? Og droymir tú um at blíva KT-supportari? So er tað kanska tær vit leita eftir til eitt spennandi lærupláss á Formula.
Starvið
Vit seta høg krøv til okkum sjálvi og ganga høgt uppí at veita kundunum eina góða tænastu, og tí er tað týdningarmikið, at tú ert tænastusinnað/ur.
Tú kemur at starvast á tøkni- og rakstrardeildini, saman við fleiri enn 20 starvsfeløgum. Uppgávurnar fevna um m.a. íverksetan og rakstur av teldum, servarum og neti hjá almennum og privatum fyritøkum.
Undir útbúgvingini fært tú vitan um tøknina handan KT-skipanir, og tú fært førleikar at ávirka og menna tøkni, sum kann loysa trupulleikar. Tú kemur at fáast við bæði forrit (software) og tól (hardware). Sum KT-supportari lærir tú um framkomnar KT-skipanir, og tú fært eitt nú sum uppgávu at menna tær og halda tær við líka.
Tú fært ástøðiliga vitan á skúlanum og tú fært roynt ástøðina í verki á Formula. Á henda hátt stuðlar skúlin og arbeiðið undir hvønn annan, so tú bæði hevur útbúgving og praktiskar royndir, tá tú ert útlærd/ur.
Útbúgvingin tekur 2½ ár, har ein partur av lærutíðini gongur fyri seg í skúla í Sønderborg í Danmark. Løn sambært avtalu.
Tínir førleikar
Sum lærlingur innan KT-support er tað umráðandi, at tú hevur hug til at arbeiða við KT og ert tøkniliga forvitin. Tú hevur í minsta lagi staðið fráfaringarroynd fólkaskúlans, hevur koyrikort, og tú ert ikki bangin fyri at samskifta við kundar, eins væl og starvsfelagar.
Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at tosa við fólk. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst.
Stuðlandi og stimbrandi umhvørvi
Okkara arbeiðsumhvørvi er stimbrandi og stuðlandi. Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast, og tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Tílík tiltøk eru við til at tryggja, at miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.
Umsókn
Umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 31. mai 2022. Tú fært nærri upplýsingar um læruplássið við at venda tær til Eyðun Thorsvig, deildarleiðara á Tøkni-og rakstrarloysnum , á telefon 344145 ella Høgna Hammer, rakstrarleiðara, á telefon 344136
Stutt um Formula
Formula er millum fremstu heildarveitarar av kunningartøkni til stovnar og fyritøkur í Føroyum. Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Á Formula vita vit, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan og raðfesta tað fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemi er skipað í serdeildir.
Á Formula starvast uml. 100 fólk, og vit hava deildir í Tórshavn, Runavík og Klaksvík. Afturat hesum hava vit hølir í Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparlig úrslit og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningar.