Skrivstovulærlingur
Ynskir tú at luttaka í menningini av Føroya størstu KT fyritøku, soleiðis at vit koma enn longur fram á leið, er tað tær vit leita eftir. Vit leita eftir einum eldhugaðum lærlingi til dugnaliga toymið á roknskapardeildini og fyrisitingini á Formula.
Vit bjóða
· eitt spennandi og avbjóðandi lærupláss.
· eitt arbeiðspláss har trivnaður og felagsskapur er í hásæti.
· at tú lærir at samskifta við kundar og samstarvsfelagar.
· eina skrivstovuútbúgving, sum gevur tær grundleggjandi vitan um roknskap, búskap og fyrisiting. Tú lærir alt um bókhald og fært innlit í goymslustýring, HR viðurskifti og aðra fyrisiting.
· at arbeiða við nógvum ymiskum KT-skipanum.
· at tú lærir at samskifta við kundar og samstarvsfelagar.
· at tú, við hesum royndum, nemur tær vitan innan tey mest brúktu fyrisitingarligu amboðini í Føroyum, og við hesum fært tær ein góðan pall at standa á framyvir, hvar tað skal vera.
Vit vænta at tú
· ert fyrikomandi, ágrýtin, ábyrgdarfull/ur og røkin
· hevur hug til roknskap og fyrisiting
· hevur ynski um at arbeiða við ymiskum KT skipanum
· vilt mennast og tekur ábyrgd av tíni útbúgving
Útbúgving og starvsstaður
· Útbúgvingarlongd við FHS: 3 ár
· Útbúgvingarlongd við búskaparbreyt: 2 ár
· Útbúgvingarlongd við aðrari miðnámsbreyt: 2 ár og 6 mðr
Vit ynskja, at tú í minsta lagi hevur FHS. Starvsstaður er á Óðinshædd 2 í Havn, og skúlagongdin er á Glasi í Havn.
Meiri kunning um hesi viðurskifti eru at finna á hesum leinki: Skrivstovufólk við sergrein innan fyrisiting (yrkisdepilin.fo)
Um Formula
Formula er fremsti heildarveitari av KT til stovnar og fyritøkur í Føroyum. Veitingar uttanfyri landoddarnar eru veksandi. Formula veitir loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Á Formula vita vit, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan og raðfesta tað fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava altíð dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemi er skipað í serdeildir. Á Formula starvast um 100 starvsfólk, og vit hava hølir i Tórshavn, Runavík, Klaksvík og Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparlig úrslit og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningar.