fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Verkætlanarleiðari

Hevur tú hug og áræði at luttaka í menningini av fleiri av Føroya fremstu fyritøkum og stovnum tá talan er um KT? Hevur tú hartil hug á einum spennandi starvi, ið alsamt er   broytiligt og mennandi? Hevur tú hug at lofta uppgávum sum til tíðir røkka yvir landamørk? Kennist hettar eggjandi so er tað kanska tær vit sóknast?

Virksemið á Tøkni- og rakstrarloysnum á Formula er alsamt vaksandi og tí søkja vit eftir einum skikkaðum persóni til verkætlanarleiðslu og samskipan av verkætlanum.

 

STARVIÐ

Vit arbeiða miðvíst við heildarupplivingini, vit geva kundum okkara Í hesum sambandi er verkætlanarleiðsla og samskipan av verkætlanum  ein sera týðandi og neyðugur partur  í samlaðu veitingini til kundan. Orka skal leggjast í, at fáa fólk og tøkni at spæla saman soleiðis, at samlaða veitingin altíð  eydnast til fullnar.

Starvsøkið er fjølbroytt og snýr seg í høvuðsheitum um verkætlanarleiðslu, samskipan av verkætlanum og ráðgeving í hesum sambandi.
Sum persónur ert tú fyrikomandi og hevur lætt við at tosa við fólk og ert álitsvekjandi. Tú sært loysnir heldur enn trupulleikar, og tú hevur evnini at koma frá tørvi kundans til røttu loysnina.

 

Umframt ítøkiliga verkætlanarleiðslu skal verkætlanarleiðarin samskipa verandi og komandi verkætlanir, stórar sum smáar, í tøttum samstarvi við leiðsluna og stýrisbólkar, herundir:
- Tilrættisleggjan av nýggjum verkætlanum og at leiða hesar frá byrjan til enda
- Samskipan av uppgávum innanhýsis millum deildir og mótvegis kundunum
- Greina KT-umhvørvið, ger upplegg til nýggjar tænastur og menna núverandi tænastur
- Umsitur samstarv og samskifti við viðkomandi veitarar
- Skipar innanhýsis verkstovur og ger kunningartilfar til tænastur

 

TÍNIR FØRLEIKAR
Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu.

Tú ert útvend(ur), fyrikomandi, nærløgd/lagdur og hevur lætt við at samskifta við kundar eins væl og starvsfelagar. Vit seta høg krøv til okkum sjálvi og ganga høgt uppí, at veita kundunum eina góða tænastu, og tí er tað týdningarmikið, at tú ert tænastusinnað(ur).

Tú arbeiðir sjálvstøðugt og kennir tínar styrkir. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst. Tú ert ikki bangin fyri at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur.

 

Vit vænta, at tú:
- Hevur viðkomandi útbúgving  ella praktiskar royndir
- Hevur innlit í KT og royndir í at standa fyri størri og minni kt-verkætlanum
- Dugir at meta um, hvat skal til fyri at bera KT-verkætlanir á mál 
- Megnar at skjalfesta arbeiðstilgongdir
- Tekur ábyrgd, raðfestir og heldur freistir
- Arbeiðir sjálvstøðugt og er væl skipað/ur
- Samskiftir væl á føroyskum, norðurlendskum og enskum

 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi starvsroyndir og sertifisering innan verkætlanarleiðslu. Tað er týdningarmikið, at tú ert forvitin og hevur lætt við at seta teg inn í nýggja tøkni og arbeiðsgongdir, og harvið megnar at ogna tær nýggja vitan.

 

STUÐLANDI OG STIMBRANDI UMHVØRVI

Á Formula leggja vit okkum eftir kundanøgdsemi og munagóðum loysnum, sum gagna. Fyri at røkka hesu, er arbeiðið skipað eftir føstum leisti. Tú verður partur av einum sterkum toymi við rakstrarfólki, verksetarum, supportarum,  sølu- og marknaðarfólki, umframt verkætlanarleiðarum. Her sleppur tú at gera tað, tú er best(ur) til.

Vit verkseta og reka kervisloysnir hjá kommunum, almennum stovnum og privatum fyritøkum kring alt landið, eisini veita vit hýsingartænastu og “Cloud” loysnir til hesar kundar

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving.

 

UMSÓKN

Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi skjølum skulu sendast okkum í seinasta lagi hósdagin 24. august 2023.

Tú fært nærri upplýsingar um starvið, við at venda tær til Eyðun Thorsvig, leiðara á Tøkni- og rakstrarloysnum á tel. 244145.

 

STUTT UM FORMULA

Formula er fremsti heildarveitari av kunningartøkni til stovnar og fyritøkur í Føroyum. Veitingar uttanfyri landoddarnar er veksandi. Formula veitir loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Á Formula vita vit, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan, og raðfesta tað fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava altíð dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemi er skipað í serdeildir. Á Formula starvast um 100 starvsfólk, og vit hava hølir í Tórshavn, Runavík, Klaksvík og Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparlig úrslit og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningar.

 

Lagt út tann
07. aug. 2023
Starv
Verkætlanarleiðari
Starvsheiti
Verkætlanarleiðari
Virki
Formula
Deild
Tøkni- & Rakstrarloysnir
Umsóknarfreist
24. aug. 2023
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor