fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Stinnur og royndur verkætlanarleiðari

Vit á Formula leita eftir einum dugnaligum verkætlanarleiðara, sum bæði dámar og dugur væl at samskifta við kundar og starvsfólk, og ikki minst at leggja til rættis og gjøgnumføra verkætlanir til avtalaðu tíð og kostnað.

Vit á Formula vilja vera fremst í tí vit gera og stremba soleiðis eftir, at okkara kundar fáa ta bestu tænastuna. Tú verður partur av okkara verkætlanartoymi, sum hvønn dag ger sítt allar ítasta fyri okkara kundar og at starvsfólkini arbeiða í einum væl skipaðum umhvørvið.

 

Arbeiðsøki

Sum verkætlanarleiðari kemur tú at arbeiða við nógvum ymiskum verkætlanum og kundum, sum hava til felags, at teir hava eina fíggjarskipan (Business Central) og nýta fleiri ymisk amboð, eitt nú Power BI, Jet Reports, Totalview, Framleiðslustýring osv. Alt eftir hvat tørvurin er, so hava kundarnir sínar skipanir í skýnum (cloud), í hýsing ella on-premise. Tín uppgáva verður at samskipa arbeiðið tí tøttum samstarvi við kundar okkara so væl sum starvsfólkini.

 

Tínir førleikar

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at tosa við fólk. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst.

Tú skalt hava holla vitan um og royndir við verkætlanarleiðslu, og skalt í hesum sambandi vísa á royndir sum verkætlanarleiðari. Umráðandi er at tú dugir at loysa uppgávuna á ein smidligan hátt (Agil) til frama fyri allar partar. Tú dugir væl føroyskt í skrift og talu, umframt danskt og klárar teg á enskum.

Tað er umráðandi at tú er ágrýtin, treisk/ur og ikki er bangin fyri at taka eina hond í, tá nógv er at gera. Um hettar ljóðar sum tú, so er tað kanska júst tær vit leita eftir.

Tú kemur at arbeiða í einum dynamiskum og spennandi umhvørvi, saman við dugnaligum starvsfeløgum, ið hava fleiri ára royndir innan ráðgeving og forritan av KT-loysnum til fyritøkur og stovnar í Føroyum og uttanlands.

Okkara arbeiðsumhvørvi er stimbrandi og stuðlandi. Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast. Sum partur av starvsfólkahópinum á Formula fær tú møguleika at fáa altjóða útbúgving og góðkenningar innan títt starvsøkið, tí hettar er ein fastur táttur í okkara starvsfólkamenning. Vit skipa javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið og bjóða starvsfólkaágóðar sum td. atgongd til venjingarrúm, matarskipan osfv.  Miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning, og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Starvið verður sett eftir nærri avtalu.

Umsókn, lívsrensl (CV) og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 12. februar 2023 og tú søkir starvið á starv.formula.fo. Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Jan Berg, leiðara á Fíggjarloysnum, á tel. 244033.

 

Lagt út tann
20. jan. 2023
Starv
Verkætlanarleiðari
Starvsheiti
Stinnur og royndur verkætlanarleiðari
Virki
Formula
Deild
Fíggjarloysnir
Umsóknarfreist
12. feb. 2023
Byrjunardagur
01. mar. 2023
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor