fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

OutSystems mennari

STARVIÐ

Á Formula uppliva vit øktan eftirspurning eftir okkara tænastum, bæði í Føroyum og uttanlands. Í hesum sambandi hava vit tørv á OutSystems mennara.

 

Á Formula er tað úrslitið, sum telur. Fyri at røkka bestu úrslitunum, er menningararbeiðið skipað eftir einum føstum leisti – frá staðfesting av tørvi til lidna loysn. Tú verður partur av einum fullfíggjaðum menningartoymi við verkætlanarleiðarum, greinarum, sniðgevum og mennarum. Her sleppur tú at gera tað, tú dugir best.

 

Starvið gevur tær góðar møguleikar at arbeiða við nýggjastu tøknini. Harafturat fært tú spennandi avbjóðingar við skiftandi uppgávum í einum góðum arbeiðsumhvørvi í tøttum samstarvi við dugnaligar starvsfelagar.

 

TÍNIR FØRLEIKAR

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur skeið í OutSystems menning og hevur nakað av royndum við OutSystems, men tað er ikki eitt krav.

 

Tú hevur viðkomandi fakliga útbúgving og royndir við menning av KT-skipanum. Hartil hevur tú royndir við C#, ASP.NET, JavaScript, HTML5, CSS3 ella tilsvarandi tøkni. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við menning av appum til fartelefonir. Tú er skipaður í tínum arbeiði, og tú ert vanur at arbeiða við samansettum uppgávum. Tú dugir at skipa tær í smærri eindir, ið verða loystar við atliti til heildina.

 

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Tú er fyrikomandi og hevur lætt við at tosa við fólk. Tú kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og dugir at brúka styrkirnar hjá starvsfeløgunum.

 

 

STUÐLANDI OG STIMBRANDI UMHVØRVI

Okkara arbeiðsumhvørvi er stimbrandi og stuðlandi. Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast, og tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Tað ger, at miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.

 

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning, og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fær eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving.

 

UMSÓKN

Umsókn, lívsrensl (CV) og viðkomandi skjøl skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. januar 2023. Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Gert Joensen, deildarleiðara, á telefon 344098.

 

STUTT UM FORMULA

Formula er millum fremstu heildarveitarar av kunningartøkni til stovnar og fyritøkur í Føroyum. Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Á Formula vita vit, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan og raðfesta tað fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemið er skipað í serdeildir.

 

Á Formula starvast uml. 100 fólk, og vit hava deildir í Tórshavn, Runavík og Klaksvík. Afturat hesum hava vit hølir í Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparlig úrslit og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningar.

 

 

Lagt út tann
07. jun. 2023
Starv
OutSystems mennari
Starvsheiti
OutSystems mennari
Virki
Formula
Deild
Virkisloysnir
Umsóknarfreist
18. jun. 2023
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor