fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Lærlingur til Fíggjarloysnir

Kom í læru sum KT-mennari hjá Formula

Dámar tær at hjálpa øðrum menniskjum, í einum umhvørvið har tað er ein dygd at hugsa nýtt og øðrvísi? Og droymir tú um at blíva KT-mennari? So er tað kanska tær vit leita eftir til eitt spennandi lærupláss á Formula. Vit søkja eftir lærlingi til menning innan fíggjarskipanina Microsoft Business Central, ið verður nýtt runt allan heimin. Vit menna loysnir saman við kundum okkara, fyri at hjálpa teimum við teirra avbjóðingum og ikki minst fyri, at tey skula klára seg enn betri enn tey gera í dag, samstundis, sum vit eru við til at menna tað føroyska samfelagaði.

 

STARVIÐ:

Sum lærlingur verður tú partur av einum fullfíggjaðum menningartoymi við verkætlanarleiðarum, greinarum, sniðgevum og mennarum. Her sleppur tú veruliga at royna teg í einum professionellum arbeiðsumhvørvi.

Í lærutíðini lærir tú m.a., hvussu nútímans KT-skipanir verða bygdar. Tú fært ástøðiliga vitan á skúlanum og tú fært roynt ástøðina í verki á Formula. Á henda hátt stuðlar skúlin og arbeiðið undir hvønn annan, so tú bæði hevur útbúgving og praktiskar royndir, tá tú ert útlærd/ur.

Útbúgvingin tekur 5 ár, har ein partur av lærutíðini gongur fyri seg í skúla í Danmark. Løn sambært avtalu. Tú kanst lesa um útbúgvingina her.

TÍNIR FØRLEIKAR:

Sum lærlingur innan KT-menning er tað umráðandi, at tú hevur hug til at arbeiða við KT og ert tøkniliga forvitin. Tú hevur lokið búskaparbreyt, HH ella líknandi, og tú klárar teg væl í støddfrøði og enskum.

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at tosa við fólk. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst.

 

STUÐLANDI OG STIMBRANDI UMHVØRVI:

Okkara arbeiðsumhvørvi er stimbrandi og stuðlandi. Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast, og tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Tílík tiltøk eru við til at tryggja, at miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.

 

UMSÓKN:

Umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 17. august 2022.

Tú fært nærri upplýsingar um læruplássið við at venda tær til Jan Berg deildarleiðara á Fíggjarloysnum, á telefon 244033.

 

STUTT UM FORMULA

Formula er millum fremstu heildarveitarar av kunningartøkni til stovnar og fyritøkur í Føroyum. Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Á Formula vita vit, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan og raðfesta tað fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemi er skipað í serdeildir.

Á Formula starvast uml. 100 fólk, og vit hava deildir í Tórshavn, Runavík og Klaksvík. Afturat hesum hava vit hølir í Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparlig úrslit og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningar.

 

Lagt út tann
27. jul. 2022
Starv
Lærlingur til Fíggjarloysnir
Starvsheiti
Lærlingur til Fíggjarloysnir
Virki
Formula
Deild
Fíggjarloysnir
Umsóknarfreist
17. aug. 2022
Byrjunardagur
01. sep. 2022
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor