fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

KT-mennari

Formula søkir KT-mennarar

Á Formula uppliva vit støðugt øktan eftirspurning eftir okkara tænastum, bæði í Føroyum og uttanlands. Í hesum sambandi hava vit tørv á fleiri mennarum við ymiskum førleikum t.d. front end, back end og app menning.

Tú verður partur av einum fullfíggjaðum menningartoymi við mennarum, greinarum, sniðgevum og verkætlanarleiðarum. Her sleppur tú at gera tað, tú dugir best. Starvið gevur tær góðar møguleikar at arbeiða við nýggjastu tøknini. Harafturat fært tú spennandi avbjóðingar við skiftandi uppgávum í einum góðum arbeiðsumhvørvi í tøttum samstarvi við dugnaligar starvsfelagar.

 

TÍNIR FØRLEIKAR

Av tí, at vit hava ein fjølbroyttan tørv, søkja vit eftir starvsfólkum við ymiskum førleikum. Sum front end mennari hevur tú kunnleika til JavaScript, HTML, CSS, TypeScript og Bootstrap og møguliga Blazor. Sum backend mennari hevur tú kunnleika til C#, ASP.NET og MS-SQL. Sum mobile mennari hevur tú kunnleika til Android og/ella iOS menning. Harumframt er tað ein fyrimunur (ikki eitt krav), um tú hevur fakliga viðkomandi útbúgving.

 

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu. Tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at samskifta við tínar starvsfelagar. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, kennir tínar styrkir og dugir at geva tær víðari. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst. Tú ert skipað/ur í tínum arbeiði og ert vanur/von at arbeiða við samansettum (kompleksum) uppgávum. Tú dugir at skipa uppgávurnar í smærri eindir, ið verða loystar við atliti til heildina.

 

STUÐLANDI OG STIMBRANDI UMHVØRVI

Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast, og tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Tílík tiltøk eru við til at tryggja, at miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða tó fegin eftir rætta viðkomandi.

 

UMSÓKN

Umsókn, lívsrensl (CV), prógv og viðkomandi skjøl skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 15. august 2022. Tú fært nærri upplýsingar um starvið við at venda tær til Ragnar Joensen, verkætlanarleiðara, á telefon 344039 ella Gert Joensen, deildarleiðara, á telefon 244098.

 

STUTT UM FORMULA

Formula er millum fremstu heildarveitarar av kunningartøkni til stovnar, kommunur og fyritøkur í Føroyum. Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Vit vita, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan og raðfesta vitan fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemi er skipað í serdeildir.

Á Formula starvast uml. 100 fólk, og vit hava deildir í Tórshavn, Runavík og Klaksvík. Afturat hesum hava vit hølir í Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparligum úrslitum og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningum. 

Lagt út tann
05. aug. 2022
Starv
KT-mennari
Starvsheiti
KT-mennari
Virki
Formula
Deild
Virkisloysnir
Umsóknarfreist
15. aug. 2022
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor