fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Netumsitari, at byrja skjótast gjørligt

Vaksandi virksemi og krevjandi uppgávur gera, at vit hava brúk fyri einum dugnaligum netumsitara afturat, at byrja skjótast til ber ella eftir avtalu. Vit ynskja ein ágrýtnan persón, sum ynskir at virka í einum mennandi arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum.

STARVIÐ

Vit arbeiða miðvíst við heildarfatanini sum vit geva kundum okkara. Vit leggja orku í at fáa fólk og tøkni at spæla saman, soleiðis at samlaða veitingin skal eydnast. Kervistoymið á Formula hevur tí ein serligan leiklut. Vit vilja styrkja toymið, og hava tí brúk fyri tær.

Tú kemur at starvast sum net umsitari til kundar og infrakervið, ið vit veita, og tú kemur at taka tær av øllum viðurskiftum kring infrakervið og trygdarskipanum, sum kundin er partur av.

Arbeiðsuppgávurnar umfata eisini at fremja nýggjar verkætlanir, har m.a. verður arbeitt við sera framkomnum skipanum hjá m.a. CISCO, Meraki, Sophos við meira.

TÍNIR FØRLEIKAR

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu.

Tú ert útvend(ur), fyrikomandi, nærløgd/lagdur og hevur lætt við at samskifta við kundar eins væl og starvsfelagar. Vit seta høg krøv til okkum sjálvi og ganga høgt upp í at veita kundunum eina góða tænastu, og tí er tað týdningarmikið, at tú ert tænastusinnað(ur).

Tú arbeiðir sjálvstøðugt og kennir tínar sterku síður. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst. Tú ert ikki bangin fyri at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur.

Tær nýtist ikki at vera eitt flogvit, men vit vænta, at tú ert væl fyri. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur førleikar og/ella útbúgving/certificering innan hetta arbeiðsøkið, og tað er týdningarmikið, at tú ert forvitin og hevur lætt við at seta teg inn í nýggja tøkni og arbeiðsgongdir.

STUÐLANDI OG STIMBRANDI UMHVØRVI

Á Formula er tað úrslitið sum telur. Fyri at røkka bestu úrslitunum, er arbeiðið skipað eftir føstum leisti. Tú verður partur av einum fullfíggjaðum toymi við rakstrarfólki, verksetarum, supportarum,  sølu- og marknaðarfólki, umframt verkætlanarleiðarum. Her sleppur tú at gera tað, tú er best(ur) til.

Vit verkseta og reka kervisloysnir hjá almennum og privatum fyritøkum, kring alt landið, og veita eisini hýsingartænastu og “Cloud” loysnir.

Okkara arbeiðsumhvørvi er stimbrandi og stuðlandi. Vit leggja dent á, at fólk trívast og mennast, og tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið. Tað ger, at miðal starvsaldurin á Formula er 9 ár, ið er long tíð innan KT-vinnuna.

Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning, og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fær eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving.

UMSÓKN

Umsókn, lívsrensl (CV) og viðkomandi skjøl skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 12. desember 2021.

Tú fært nærri upplýsingar um starvið, við at venda tær til Høgna Hammer, rakstrarleiðara á tel. 244136 ella Eyðun Thorsvig, deildarleiðara á tel. 244145.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Lagt út tann
04. nov. 2021
Starv
Net umsitari, at byrja skjótast gjørligt
Starvsheiti
Netumsitari, at byrja skjótast gjørligt
Virki
Formula
Deild
Tøkni- & Rakstrarloysnir
Umsóknarfreist
12. des. 2021
Byrjunardagur
03. jan. 2022
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor