fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

KT teknikari

Vaksandi virksemi og krevjandi uppgávur gera, at vit hava brúk fyri einum dugnaligum KT fólki afturat. Vit ynskja ein ágrýtnan persón, sum ynskir at virka í einum mennandi arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum.

 

STARVIÐ

Vit arbeiða miðvíst við heildarfatanini sum vit geva kundum okkara. Vit leggja orku í at fáa fólk og tøkni at spæla saman, soleiðis at samlaða veitingin skal eydnast. Kervistoymið á Formula hevur tí ein serligan leiklut. Vit vilja styrkja toymið, og hava tí brúk fyri tær.

 

Tú kemur at starvast sum bindilig millum kundan og infrakervið, ið vit veita, og tú kemur at taka tær av øllum viðurskiftum kring infrakervið og trygdarskipanum, sum kundin er partur av.

 

 Arbeiðsuppgávurnar umfata eisini at fremja nýggjar verkætlanir, har m.a. verður arbeitt við sera framkomnum skipanum sum t.d. Microsoft 365, Azure, Windows Server, Hyper-V, Exchange, Active Directory við meira.

 

TÍNIR FØRLEIKAR

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu.

 

Vit ynskja tú ert útvend(ur), fyrikomandi, nærløgd/lagdur og hevur lætt við at samskifta við kundar eins væl og starvsfelagar. Vit seta høg krøv til okkum sjálvi og ganga høgt upp í at veita kundunum eina góða tænastu, og tí er tað týdningarmikið, at tú ert tænastusinnað(ur).

 

Tú arbeiðir sjálvstøðugt og kennir tínar sterku síður. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst. Tú ert ikki bangin fyri at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur.

 

Tær nýtist ikki at vera eitt flogvit, men vit vænta, at tú ert væl fyri. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur førleikar og/ella útbúgving/certificering innan hetta arbeiðsøkið, og tað er týdningarmikið, at tú ert forvitin og hevur lætt við at seta teg inn í nýggja tøkni og arbeiðsgongdir.

 

Lagt út tann
20. des 2019
Starv
KT teknikari
Starvsheiti
KT teknikari
Virki
Formula
Deild
Tøkni- & Rakstrarloysnir
Umsóknarfreist
13. jan 2020
Byrjunardagur
03. feb 2020